- Tíðindi, mentan og ítróttur
Sektaður fyri at selja sigarettir á Facebook
Ein maður hevur fingið 1.000 krónur í sekt fyri í fjør summar at hava lýst við á Facebook-síðuni Rótikassanum, at tvey kartong av Prince Rich vóru til sølu fyri 500 krónur fyri bæði tvey.
Hetta er brot á roykilógina, sigur rætturin. Maðurin noktaði seg sekan. Men Føroya rættur heldur, at maðurin sýndi stórt óansni, tá hann seldi sigarettirnar uttan fyrst at kanna, um sølan var lóglig.
Vanliga er sektin fyri brot av hesum slagnum nógv størri enn 1.000 krónur. Vanliga sektin er millum 5.000 og 20.000 krónur.
Men rætturin sigur, at talan er um fáar sigarettir, hetta var fyrstu ferð, at maðurin er ákærdur fyri at bróta roykilógina, lýsingin á Facebook hevði einki vinnuligt endamál og sigarettirnar vórðu seldar myndigum fólki, so alt hetta ger dómin linan.