Tvey uppskot um fiskidagar, 1994 dagar á muni

Tvey uppskot um fiskidagar, 1994 dagar á muni
Skulu bátarnir í bólki 5B hava 3.121 fiskidagar afturat í ár ella 1127? Tí spurninginum skal løgtingið svara
Løgtingið skal kortini eisini viðgera fiskidagar nú í august í ár
 
02.08.2019 - 12:21

Skulu bátarnir í bólki 5B hava 3.121 fiskidagar afturat í ár ella 1127?

Tí spurninginum skal løgtingið nú svara. Tvey uppskot um fiskidagar til bólk 5B komu í løgtingið fyrrapartin.

Fólkaflokkurin skjýtur upp at geva 3.121 dagar afturat, og Høgni Hoydal, landsstýrismaður, mælir til, at 1127 fiskidagar verða latnir afturat.

Sambært Fólkaflokkinum høvdu bátarnir í bólki 5B fiskað 1300 tons av toski, tá dagarnir hjá bólkinum vóru uppi 10. juli.

Uppskot úr Fiskimálaráðnum

Uppskotið hjá Høgna Hoydal hevur ikki so nógvar fiskidagar sum tað hjá Fólkaflokkinum.

Høgni Hoydal mælir til at lata 1127 dagar.

Endamálið, sigur hann, við uppskotinum er at tryggja millum annað, at útróðrarmenn í bólki 5 B, sum bara hava inntøku frá útróðri, kunna halda fram at fiska.

Talið 1127 er komið á tann hátt, at í fyrra hálvári í ár hevði Fiskamarknaðurin 1127 fiskidagar, har avreiðingarnar vóru minni enn 300 kilo hvønn fiskidag. Hesar dagar var fiskiskapurin 221 tons, 196 kilo í miðal hvønn dag.

Semja fekst ikki

Í bólki 5B er útróðrarbátar undir 15 tons, sum ikki eru fult riknir. Talan er um bátar, sum avreiddu fyri minni enn 200.000 kr. í fjør.

Uppskotini bæði verða liðugt viðgjørd í dag, tí løgtingið hevur samtykt at gera frávik frá øllum tíðarfreistum.

Løgtingsformaðurin bað annars floksformenninar um at semjast um eittans uppskot um fiskidagar, men tað bar so ikki til.

Upprunaliga vóru tó trý uppskot, men Henrik Old, løgtingsmaður, legði ikki sítt uppskot fram. Í tí eru fiskidagarnar 1800.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 23. februar
Guðstænasta úr Norðskála kirkju
188168
Sunnudag 23. februar
Steypafinalan: H71 - VÍF
188164
Sunnudag 23. februar
3-2
188163
Leygardag 22. februar
Steypafinalan hjá kvinnum: Neistin - Kyndil
188160
Leygardag 22. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
188151