- Tíðindi, mentan og ítróttur
Trump vitjar í Danmark
Trump vitjar í Danmark
Donald Trump, forseti í USA, leggur leiðina fram við Danmark, tá hann 1. september fer til Pólland
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/donaldtrump.jpeg?itok=D8mNrUEH)
31.07.2019 - 16:46
Donald Trump skal til Pólland í sambandi við, at tað eru 80 ár síðani, at Pólland varð hertikið av Týsklandi. Tað er á hesari ferðini, at hann vitjar Danmark.
Danska forsætismálaráðið vildi tó fyrr í dag ikki vátta, um arbeitt verður við, at Donald Trump skal koma á vitjan. Tað skrivar heimasíðan hjá Danmarks Radio.
Tríggir teir seinastu forsetarnir í USA, Bill Clinton, George W. Bush og Barack Obama, vitjaðu allir Danmark í sínari tíð sum forsetar.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV