Fólk vald at friða

Fólk vald at friða
Friðingarnevndirnar eru valdar av nýggjum, nakað seinni enn ásett í lógini
Fólk eru vald at friða náttúruna.
 
29.07.2019 - 12:56

Friðingarnevndirnar eru valdar av nýggjum, nakað seinni enn ásett í lógini.

Tær eru valdar fyri seks ár.

Sitandi friðingarnevndir vórðu settar í februar 2012.

Í yvirfriðingarnevndini eru tríggir sokallaðir føddir limir. Teir eru sorinskrivarin, sum nú er Henrik Møller, hann er formaður, landsfornfrøðingurin, hann eitur Símun V. Arge, og leiðarin á nátúrusavninum, Magnus Gaard.

Afturat teimum hevur landsstýrið valt Elsu Østergaard í Hoyvík og Michael Jacobæus í Havn.

Michael Jacobæus kemur í yvirfriðingarnevndina fyri Kristvør Hentze Poulsen.

Landsstýrið hevur eisini valt tvey fólk í hvørja friðingarnevnd. 

Sýslumenninir eru formenn í friðingarnevndunum.

Sambært uppskotinum um náttúrumargfeldislóg skulu friðingarnevndirnar takast av. Uppskotið kom í tingið, men ikki aftur haðani og er nú dottið burtur. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 10. apríl
RagnarRokk 10.apríl 2025
189858
Hósdag 10. apríl
RagnarRokk: Oliver Philipps um Shells
189855
Hósdag 10. apríl
Andarblak 10. apríl 2025 - Kórsangur
190564
Hósdag 10. apríl
Eitt korter við jazzi 10. apríl 2025
190554
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 10. apríl
Útilív 4:6
190570
Hósdag 10. apríl
Føroyar - Litava (36-26)
190551
Mikudag 9. apríl
Undansending: Føroyar - Litava
190512
Týsdag 8. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
190454
Týsdag 8. apríl
Veðrið
190447