Ófriðurin í Hong Kong heldur fram

Ófriðurin í Hong Kong heldur fram
Fleiri túsund fólk mótmæla í dag framferðina hjá løgregluni, tá ið vápanðir menn lupu á mótmælisfólk síðsta sunnudag
Mynd: New York Times  
 
27.07.2019 - 14:30

Mótmælisgonga var í norðara partinum av Hong Kong í dag. Løgreglan hevði sett forboð fyri mótmælisgonguni, tí vandin fyri harðskapi var stórur. Kortini stevndu fleiri túsund fólk út á gøtuna.

Tey mótmælta framferðina hjá løgregluni, tá vápnaðir, hvíttklæddir menn lupu á mótmælisfólk í Yuen Long metrostøðini síðsta sunnudag, har 45 fólk vórðu særd.

Túsundtals fólk í gøtunum

Mótmælisfólkini ákæra løgregluna fyri at venda blinda eygað til, og samarbeiða við álopsmennirnar, sum eru settir í samband við brotsmanna umhvørvið í Hong Kong.

Tey vilja vera við, at løgreglan var sein at koma til handa, og komu bert á staðið eftir at álopsmennirnir vóru farnir. Tað hevur fingið fleiri túsund fólk út á gøtuna í dag, at mótmæla.

Løgreglan vísir ákærunum aftur, og sigur seg ikki samstarva við brotsmannalið. Løgreglan vísir á, at 12 hvítklæddir menn eru handtiknir, níggju av teimum hava tilknýti til triads-bandan. 

Ófriður í meira enn sjey vikur

Ófriðurin kýknaði tá Carrie Lam, stjórnarleiðari í Hong Kong, ætlaði at seta eina lóg í gildi, sum loyvir myndugleikunum at útflyggja øll, sum er undir illgruna fyri lógarbrot, til Kina, so tey kunnu koma fyri rættin har. 

Eftir mikla øsing varð lógin útsett í óásetta tíð. Mótstøðurørslan vil hava lógina heilt avtikna og halda tí fram at mótmæla.

Álopið síðsta sunnudag bendir á, at brotsmannaumhvøvið í Hong Kong byrjar at blanda seg upp í politisku tvístøðuna.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 8. februar
TEMAPLÁTAN 40: 'Heart', Heart, 1985
187494
Leygardag 8. februar
Jambalaja - 080225
187525
Leygardag 8. februar
Upp á tá - 070225
187518
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. februar
Veðrið
187497
Fríggjadag 7. februar
Jazzygold og Løgmaður
187369
Fríggjadag 7. februar
Heim, kæra heim (3:3)
187463
Mikudag 5. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
187371
Týsdag 4. februar
Veðrið
187342