- Tíðindi, mentan og ítróttur
Vil ikki tilnevna ES-nevndarlim
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/boris_johnson-ap.png?itok=sTRLKUCL)
Tað segði nýggi forsætisráðharrin í Bretlandi, Boris Johnson, seinnapartin, sambært dansku sjónvarpsstøðini, TV2.
– Vit fara ikki at tilnevna ein nýggjan bretskan ES-nevndarlim, segði Boris Johnson á fyrsta fundinum, sum forsætisráðharri í bretska undirhúsinum.
Hetta bleiv sagt í sambandi við ætlanirnar hjá nýggja forsætisráðharranum um at fáa Bretland úr ES í seinasta lagi 31. oktober í ár.
Til reiðar at fara úr ES uttan avtalu
Verður Brexit skotið út, má Stórabretland tilnevna eitt ES-umboðsfólk, og tað vil Boris Johnson ikki.
Hann hevur áður sagt, at hann er til reiðar at fara úr ES uttan eina avtalu, og í sínu røðu í Undirhúsinum gjørdi hann eisini greitt, at uppskotið hjá Theresu May um avtalu ikki hevur lagt fram aftur.
Boris Johnson bleiv í gjár innsettur, sum forsætisráðharri, og hann hevur sostatt avloyst Theresu May.