- Tíðindi, mentan og ítróttur
Upp í 42 stig: Nýggj hitabylgja á veg
Upp í 42 stig: Nýggj hitabylgja á veg
Líkt er til, at nýtt hitamet verður sett í franska høvuðsstaðnum í dag
25.07.2019 - 09:37
Hitabylgja herjar í Evropa. Í Niðurlandi, Týsklandi og Belgia varð hægsti hitin nakrantíð máldur í gjár. Tað skrivar íslendska ríkisútvarpið, RUV.
Hægsti málti hitin í Belgia var 39,9 hitastig, í Týsklandi var hann 40,5 hitastig og í niðurlondum var hann 38,8 hitastig. Hitin í Fraklandi var upp móti 40 stigum.
Metið fyri hægst máldan hita í París er 40,4 hitastig, men væntað verður, at nýtt met verður sett í dag. Óvanliga nógvi hitin í Evropa hitin kemur úr Afrika.
Hitabylgjan á evropeiska meginlandinum er ikki tann fyrsta í ár. Í juni vórðu fleiri hitamet sett í Evropa, men alt bendir á, at nýggj hitamet verða sett í dag og komandi dagarnar.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV