- Tíðindi, mentan og ítróttur
Hitabylgja noyðir kjarnorkuverk at steingja
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/kjarnorkuverk-frakland-ap.png?itok=3Wyww0cj)
Franskir myndugleikar hava gjørt av at steingja tvey kjarnorkuverk, tí vandi er fyri at vatnið í áunum við verkini verður ovurupphitað.
Vatnið verður brúkt til at køla verkini niður, og heita vatnið frá verkunum verður síðani leitt út aftur í áirnar. Um vatnið gerst ov heitt, kann tað ávirka djóralívið í áunum.
Veðurfrøðingar meta, at hitin í Fraklandi, Týsklandi, Belgia, Luksemborg, Hollandi og øðrum londum har á leið fer at liggja um 40 stig næstu dagarnar. Mett verður, at hitin fer at seta met nógvastaðni.
Hetta er ikki fyrstu ferð, at neyðugt er at steingja kjarnorkuverk í Fraklandi orsakað av nógvum hita. Í 2018 stongdi EDF Energy eisini tvey kjarnorkuverk, skrivar Ingeniøren.