- Tíðindi, mentan og ítróttur
Facebook 33,5 milliardir í bót
Amerikanskir myndugleikar hava givið Facebook eina risabót uppá fimm milliardir dollarar, ið svarar til umleið 33,5 milliardir krónur í okkara peningi.
Facebook fær bótina, tí fyritøkan hevur givið upplýsingar um brúkararnar á sosiala miðlinum víðari til triðja part, skrivar Ritzau.
Bótin er tann størsta, sum amerikanska brúkara- og kappingarráðið, Federal Trade Commission (FTC), nakrantíð hevur givið.
Málið byrjaði í 2014
Tað var í 2018, at myndugleikarnir byrjaðu at kanna Facebook eftir, at upplýsingar í sonevnda Cambridge Analytica-málinum komu fram.
Cambridge Analytica gjørdi sær dælt av dátum hjá milliónatali av brúkarum, sum høvdu svarað eini persónligari qviz á Facebook síðani 2014.
>> SÍ EISINI Cambridge Analytica fekk dátur hjá Zuckerberg
Bretska fyritøkan brúkti upplýsingarnar millum annað til, at selja ráðgevarahjálp til politikarar. Facebook visti um hetta longu í 2015, men segði einki fyrr enn í fjør.
Facebook váttar, sambært tíðindastovuni Ritzau, at fyritøkan longu hevur góðtkið risabótina, og hevur játtað at gjalda bótina, sum part av semjuni, ið nú er gjørd.
Bótin kom ikki heilt óvæntað
– Vit vóna, at vit nú kunnu seta punktum í hesum málinum, og í staðin venda eyguni og arbeiðsorkuna móti framtíðini, sigur Facebook í eini almennari fráboðan.
Facebook hevur áður boðað frá, at fyritøkan hevur oyramerkt tríggjar milliardir dollarar til eina møguliga bót. Í apríl segði Facebook, at tað ikki varð óvæntað, at bótin bleiv so stór.
Umsetningurin hjá Facebook var fyrsta ársfjórðing í ár 15,1 milliard dollarar. Nettoyvirskotið var sama tíðarskeiðið 2,4 milliardir dollarar.