- Tíðindi, mentan og ítróttur
Bjargað tá bátur fór at leka
Øll sjey fólkini blivu bjargað, tá ein 30 føtur langur glastrevjabátur fór at leka norðarlaga í Djúpunum undir Kalsoyarlandinum fyrrapartin í gjár.
Fólkini umborð royndu at oysa við spannum og øðrum, sum var til taks. Báturin hevur eisini tvær elpumpur og hondpumpu.
Vandi var fyri, at báturin fór at søkka
Men trupult var at halda bátin lens, og vandi var fyri, at báturin fór at søkka, sigur MRCC.
Báturin sigldi sjálvur til annan bát, sum var staddur tætt við. Eisini vórðu boð send eftir Brimli, sum var staddur hálvan fimta fjórðing haðani.
Báturin, sum lak, hevði gummibát til átta fólk. Seks fólk fóru í hann, men eigarin bleiv sjálvur verandi umborð á glastrevjabátinum.
Øll vóru í bjargingarvestum
Øll fólkini vóru í bjargingarvestum. Brimil kom á staðið og setti arbeiðsbátin á sjógv við pumpum og útgerð at tetta lekan við.
Tey seks fólkini, sum vóru í gummibátinum, fóru umborð á Brimil, og hava tað eftir umstøðunum gott, sigur Sjóbjarginarstøðin, MRCC.
Brimil sleipaði bátin til Klaksvíkar. MRCC upplýsir, at beint áðrenn glastrevjabáturin fór at leka, hoyrdist hvøllur brestur, so helst hevur báturin borið við eitthvørt í sjónum.