Suðurkorea latið ávaringarskot av

Suðurkorea latið ávaringarskot av
Suðurkoreansk hernaðarflogfør lótu í morgun ávaringarskot av móti einum russiskum flogfari, sum uttan loyvi var komið inn í suðurkoreanskt loftrúm
Verjumálaráðið í Suðurkorea váttar, at landið í morgun hevur latið ávaringarskot av móti einum russiskum flogfari
 
23.07.2019 - 08:08

Hetta vátta umboð fyri suðurkoreanska verjumálaráðið, sambært amerikonsku sjónvarpsrásini, CNN.

Suðurkoreanska verjumálaráðið sigur í fráboðan, at russiska hernaðarflogfarið tvær ferðir fleyg inn í suðurkoreanskt loftrúm uttan loyvi.

Hendi tvær ferðir týsdagin

Suðurkorea sendi tískil jagaraflogfør eftir russiska flogfarinum, og at hesi lótu ávaringarskot av móti flogfarinum báðar ferðirnar tað kom inn í suðurkoreanskt loftrúm.

Hendingin við russiska flogfarinum var bara eina av tveimum í suðurkoreanskum loftrúmi týsmorgunin lokala tíð.

Tvey kinesisk hernaðarflogfør vóru nevniliga í fylgi við russiska flogfarinum, og eisini tey flugu uttan loyvi inn í suðurkoreanska loftrúmi.

Óvist um tað var við vilja

Enn er ikki greitt, um tað var við vilja, at russiska hernaðarflogfarið fleyg inn í suðurkoreanska loftrúmið. Viðurskiftini millum londini er annars góð.

Á G20 fundinum í Osaka í Japan í juni róstu leiðarar í londum báðum góða sambandinum millum Suðurkorea og Russland.

Russiski forsetin Valdimir Putin segði, at Suðurkora var eina av landsins lykla-samstarvsfelagum í Asia. Einasta tvístøða millum londini er oyggin Noktundo, sum bæði londini siga hoyra til sín.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 8. februar
TEMAPLÁTAN 40: 'Heart', Heart, 1985
187494
Leygardag 8. februar
Jambalaja - 080225
187525
Leygardag 8. februar
Upp á tá - 070225
187518
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. februar
Veðrið
187497
Fríggjadag 7. februar
Jazzygold og Løgmaður
187369
Fríggjadag 7. februar
Heim, kæra heim (3:3)
187463
Mikudag 5. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
187371
Týsdag 4. februar
Veðrið
187342