Bretland fær nýggjan forsætisráðharra í dag

Bretland fær nýggjan forsætisráðharra í dag
Á døgurða verður kunngjørt, um næsti forsætisráðharrin í Bretlandi verður Boris Johnson ella Jeremy Hunt
 
23.07.2019 - 09:05

Hetta er grett eftir at atkvøðugreiðslan um, hvør skuldi gerast formaður í Konservativa flokkinum, endaði í gjár. Men sjálvt úrslitið verður ikki almannakunngjørt fyrr enn á middegi í dag. 

Um Boris Johnson verður valdur, er longu greitt, at Bretland eisini skal hava nýggjar ráðharrar í uttanríkismálum, fíggjarmálum og løgmálum. Ráðharrarnir í hesum málum hava boðað frá, at teir ikki vilja vera í stjórn saman við Boris Johnson. 

Theresa May hevur verið forsætisráðharri síðani 2016, men valdi at leggja frá sær, tá tað gjørdist greitt, at hon ikki fekk undirtøku fyri sínari Brexit-ætlan.

Umleið 160.000 flokslimir í Konservativa flokkinum í Stórabretlandi høvdu atkvøðurætt. Sambært veljarakanningum fer Boris Johnson at vinna valið, skrivaði tíðindastovan Ritzau í gjár.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 8. februar
TEMAPLÁTAN 40: 'Heart', Heart, 1985
187494
Leygardag 8. februar
Jambalaja - 080225
187525
Leygardag 8. februar
Upp á tá - 070225
187518
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. februar
Veðrið
187497
Fríggjadag 7. februar
Jazzygold og Løgmaður
187369
Fríggjadag 7. februar
Heim, kæra heim (3:3)
187463
Mikudag 5. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
187371
Týsdag 4. februar
Veðrið
187342