- Tíðindi, mentan og ítróttur
Kvinna skuldsett fyri at festa í sethús
Kvinna skuldsett fyri at festa í sethús
Kanningardeildin hjá politinum er liðug við málið og hevur sent tað til ákæruvaldið
17.07.2019 - 13:28
Ein kvinna er skuldsett fyri eldáseting. Kvinnan, sum er fyrst í tríatiárunum, er skuldsett fyri at seta eld á eini sethús á Toftum seinnapartin 25.mars.
Skuldsetta kvinnan noktar seg seka. Kvinnan búði við húski sínum í húsunum. Eldurin kyknaði á loftinum í húsunum, sum ikki fingu stóran skaða.
Kanningardeildin hjá politinum er liðug við málið og hevur sent tað til ákæruvaldið.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV