Søguliga lágt burðartal í Íslandi

Søguliga lágt burðartal í Íslandi
Í miðal fær hvør íslendsk kvinna millum 1,7 og 1,8 børn. Fyri 40 árum síðani var talið 2,9
 
15.07.2019 - 08:37

Burðatíttleikin í Íslandi er søguliga lágur. Tað skrivar Frettablaðið. Í miðal fær hvør íslendsk kvinna millum 1,7 og 1,8 børn, samanborið við 2,9 børn fyri 40 árum síðani.

Tað sigur Óløf Garðardóttir, professari í sosialsøgu á lærda háskúlanum í Reykjavík. Kortini minkar fólkatalið ikki, og tað er tí, at íslendingar liva longri enn fyrr, sigur hon. 

Fyri at hava búskaparvøkstur, innflyta mong europeisk lond arbeiðsmegi, og hetta er eisini galdandi í Íslandi.

Fáa sítt fyrsta barn, tá tær eru 28,2 ár

Men flestu útlendingarnir, sum koma til Íslands at arbeiða, eru eystureuropearar, og har er burðatíttleikin enn lægri enn í Íslandi, sigur professarin við Frettablaðið. 

Óløf Garðardóttir sigur, at royndir úr øðrum londum vísa, at besta leiðin at ganga fyri at fáa fólk at fáa sær fleiri børn, er at hækka um upphæddina, sum foreldur í barnsburðarfarloyvi fáa, umframt at leingja um sjálvt farloyvið.

Íslendskar kvinnur fáa sítt fyrsta barn tá tær eru 28,2 ár í miðal, skrivar Morgunblaðið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 8. februar
TEMAPLÁTAN 40: 'Heart', Heart, 1985
187494
Leygardag 8. februar
Jambalaja - 080225
187525
Leygardag 8. februar
Upp á tá - 070225
187518
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. februar
Veðrið
187497
Fríggjadag 7. februar
Jazzygold og Løgmaður
187369
Fríggjadag 7. februar
Heim, kæra heim (3:3)
187463
Mikudag 5. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
187371
Týsdag 4. februar
Veðrið
187342