- Tíðindi, mentan og ítróttur
Iran tilreiðar at tingast við treytum
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/iran_og_kjarnorka.jpg?itok=EHTuyOUB)
Tað segði Hassan Rohani, forseti í eini røðu í iranskum sjónvarpi í gjár. Men amerikanski uttanríkisráðharrin, Mike Pompeo vísir aftur, at hetta er ein møguleiki.
Hann sigur við Washington Post, at talan er um sama tilboð, sum Rohani gav fyrrverandi uttanríkisráðharranum, John Kerry, og Barack Obama, forseta, seinasta valskeið í USA.
Umrøða kjarnorkuavtaluna í dag
– Trump forseti eigur sjálvandi avgerðina, men hetta er slóðin, sum seinasta stjórnin valdi at fara, og hon endaði við kjarnorkuavtaluni, sum núverandi stjórn, Trump forseti og eg sjálvur halda vera eina vanlukku, sigur uttanríkisráðharrin við Washington Post.
Frakland, Bretland og Týskland almannkunngjørdu í gjár eina felagsyvirlýsing, har londini mæla øllum pørtum til at fara aftur til samráðingarborðið fyri at forða fyri øktum spenningi í Miðeystri.
Uttanríkisráðharrarnir í ES hittast í dag fyri at tingast um støðuna við kjarnorkuavtaluni við Iran.