- Tíðindi, mentan og ítróttur
Menn ein triðing meira í løn enn kvinnur
Menn fáa góðar 10.000 kr. meira um mánaðin í løn enn kvinnur fáa.
Í apríl í ár, sum nýggjastu tølini eru frá, vóru 14.250 menn og 13.150 kvinnur í løntakaraskaranum í Føroyum.
Menn fingu 510 milliónir í løn í apríl, og kvinnur fingu 335 milliónir.
Hetta gevur monnum í miðal eina mánaðarløn upp á 35.790 kr.
Miðallønin hjá kvinnum var 25.475 kr.
Munurin størri nú
Í juni fingu menn 520 milliónir í løn og kvinnurnar 320 milliónir.
Vøksturin í lønum hevur verið størri hjá monnum enn hja kvinnum seinastu fimm árini, sigur Hagstovan.
Nú eru lønirnar hjá monnum 200 milliónir størri enn hjá kvinnunum mánaðarliga.
Fyri fimm árum síðani, í 2014, var hesi munur 140 milliónir mánaðarliga.
Løntakartølini fyri juni í ár koma ikki fyrr enn í september.