- Tíðindi, mentan og ítróttur
Kringvarpið stroymir svimjingina beinleiðis
Kringvarpið stroymir svimjingina beinleiðis
Føroysku svimjararnir hava svomið seg í níggju av 11 finalum í kvøld, og Kringvarpið vísir allar beinleiðis á heimasíðuni
Mynd: Eyðbjørn við Skipá
08.07.2019 - 13:15
Í dag er svimjingin byrjað á Oyggjaleikunum, og eftir fyrstu innleiðandi kappingarnar fyrrapartin er greitt, at Føroyar verða umboðaðar í níggju av 11 finalum.
Vár Erlingsdóttir Eidesgaard, Óli Mortensen og Róland Toftum hava svomið seg í tvær finalur hvør.
1500 m frí | Johan N. Dam og Óli Mortensen |
400 m blandað | Vár Erlingsdóttir Eidesgaard og Rebekka Trygvadóttir |
200 m firvald | Óli Mortesen |
100 m bringa | Róland Toftum og Rókur Trygvason |
50 m rygg | Róland Toftum |
200 m frí | Vár Erlingsdóttir Eidesgaard |
200 m blandað | Alvi Hjelm og Bartal Erlingsson Eidesgaard |
4 x 50 m frí | Føroyar |
4 x 50 m blandað | Føroyar |
Vónirnar til heiðursmerki eru altíð góðar í svimjikappingunum á Oyggjaleikunum, og tað eru tær eisini í dag.
Finalurnar í svimjing í Gibraltar byrja kl. 17.00 føroyska tíð, og Kringvarpið stroymir allar finalurnar beinleiðis her.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV