Jarðskjálvti í Kalifornia

Jarðskjálvti í Kalifornia
Hetta er ringasti skjálvti í tvey áratíggju, men boðað er ikki frá fólkaskaða.
Mynd: savnsmynd  
 
06.07.2019 - 10:32

Ein jarðskjálvti hevur verið í sunnara parti av amerikanska statinum California í morgun.

Jarðskjálvtin er máldur til 7,1 á Richter-stiganum og er tann ringasti, ið verið hevur í tvey áratíggju, verður sagt.

Ein annar jarðskjálvti var um somu leið hósdagin, og væntað verður, at aðrir fara at koma.

Boðað er ikki frá fólkaskaða av skjálvtanum, men eldur er komin í av gassleiðingarbroti.

Partur av jarðskjálvtaøki

Jarðfrøðiliga er California partur av einum jarðskjálvtaøki, sum gongur ígjøgnum amerikanska statin.

Ótti er fyri, at ein heilt stórur jarðskjálvti fer at koma, og seismologar siga, at hann er væntandi.

Jarðskjálvtin hesaferð merktist í Los Angeles, har ein baseball dystur var í miðbýnum. Áskoðararnir tóku til rýmingar, tá skjálvtin merktist undir teimum, men spælið á vøllinum helt fram.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 8. februar
Jambalaja - 080225
187525
Leygardag 8. februar
Upp á tá - 070225
187518
Leygardag 8. februar
Morgunlestur leygardagur 8.februar 2025
186656
Fríggjadag 7. februar
Vikuskiftið 7 februar 2025
187506
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. februar
Veðrið
187497
Fríggjadag 7. februar
Jazzygold og Løgmaður
187369
Fríggjadag 7. februar
Heim, kæra heim (3:3)
187463
Mikudag 5. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
187371
Týsdag 4. februar
Veðrið
187342