Føroyar eru í finaluni

Føroyar eru í finaluni
U17 landsliðið í hondbólti hevur spælt seg í finaluna í European Open
Mynd: Harald Bjørgvin  
 
04.07.2019 - 16:03

European Open í Svøríki byrjaði við 24 evropeiskum londum. Nú eru bara tvey eftir, og Føroyar eru eitt av teimum.

Finalusessurin varð tryggjaður fyri løtu síðan, tá Føroyar vunnu 22-20 á Ungarn. Hálvleiksstøðan var 11-10 til Føroyar.

Føroyar vóru aftanfyri 4-7, tá tíggju minuttir vóru farnir, men vendu skjótt gongdini og lótu ongantíð ungverjar fáa leiðsluna aftur.

Toppskjutti hjá Føroyum bleiv Elias Ellefsen á Skipagøtu við tíggju málum.

Hinir málskjúttarnir vóru Pauli Mittún (4), Viktor Gaini (3), Hákun West av Teigum (3) og Kristoffur Bjørgvin (2).

Útvarpstíðindini fingu orðið á annan av venjarunum, Julian Johansen, tá finaluplássið var tryggjað:

0015bc7c

Føroyar skulu møta vertstjóðini, Svøríki, í finaluni. Dysturin verður spældur fríggjakvøldið klokkan 19.30

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948
Týsdag 22. apríl
3-2 (31. mars 2025)
190947
Týsdag 22. apríl
3-2 (24. mars 2025)
190946