- Tíðindi, mentan og ítróttur
Airbnb veksur skjótt
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/nyhavn-danmark.jpg?itok=RCagyVU0)
Tað vísir ein uppgerð, sum Airbnb hevur kunngjørt. Talan er um 13 milliónir krónur um dagin, skrivar danska blaðið, Berlingske.
Og kring heimin er talan um 150 ferðir fleiri pengar, sum viðskiftafólk leggja eftir seg, upplýsir Airbnb, sambært blaðnum.
Tilsamans var umsetningurin hjá Airbnb í 30 teimum mest vitjaðu londunum 655 milliardir krónur í fjør. Talan er um pengar, sum fara beinleiðis til handlar og fyritøkur og tey sum leiga út til Airbnb.
Bíligari enn á gistingarhúsum
Kanningin, sum Airbnb hevur almannakunngjørt, byggir á spurningar, ið eru settir 237.000 vertum og vitjandi, og á uppgerðir, sum fyritøkan sjálv hevur.
Kanningin vísir, at fjórðihvør vitjandi í Danmark er dani, meðan tríggir eru úr øðrum londum. Tey nýta í miðal 925 krónur har sum tey búgva og handla.
Níggju av 10 vitjandi hava upplýst fyri Airbnb, at tað er bíligari at gista hjá teimum, enn á vanligum gistingarhúsum. Av tí sama hava tey ráð at nýta fleiri pengar til hugna og keyp á ferðini, stendur í uppgerðini hjá Airbnb.