Eingin hvalur skotin í ár

Eingin hvalur skotin í ár
Nú marknaðurin svíkur, og trupult er at sleppa av við hvalatvøstið, hava íslendsku hvalabátarnir sagt frá sær rættin at skjóta hval í ár
Íslendingar skjóta ikki hval í ár, men kanska næsta ár.
 
30.06.2019 - 15:37

Íslendingar fara ikki at skjóta stórhval í summar.

Nú marknaðurin svíkur, og tað er trupult at sleppa av við hvalakjøtið, hava íslendsku hvalabátarnir sagt frá sær rættin at skjóta hval í ár - fyri fyrstu ferð síðan 2003.

Hetta verður sostatt fyrsta hvalaleysa íslendska summarið í 17 ár, skrivar RÚV á heimasíðuni.

Hetta er ikki bara galdandi fyri nebbafiskin, men eisini fyri sildrekan, sum finst í stórum nøgdum.

Innflyta til sølu í Íslandi

Hvalur hf., sum er síðsta felagið, ið veiðir nebbafisk, hevur longu boðað frá fyrr í hesum mánaðinum, at tey fara ikki at veiða nebbafisk í ár, tí loyvi fekst ov seint.

Gunnar Bergmann Jónsson, sum er stjóri í hvalaveiðifelagnum IP Útgerð, sigur, at felagið fer at leggja seg eftir øðrum fiski, men at tey kortini fara at innflyta sildreka úr Noregi fyri at nøkta lítla tørvin, sum er eftir honum í Íslandi. Hann væntar tó, at veiðan eftir sildreka heldur fram næsta ár, á vári í 2020.

Íslendingar fóru í 2003 at veiða hval til vísindalig endamál. Í 2006 tóku teir vísindaliga kravið burtur og loyvdu veiðu við handilsligum endamáli. 

Síðan hevur altjóða trýst saman við minkandi eftirspurningi bæði í Íslandi og uttanlands gjørt, at lítið fæst burtur úr hvalaveiðuni í Íslandi.

Havrannróknarstovan hevur annars givið loyvi til at veiða 209 nebbafiskar og 217 sildrekar um árið fram til 2025. Men í ár verður so eingin hvalur skotin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 8. februar
Jambalaja - 080225
187525
Leygardag 8. februar
Upp á tá - 070225
187518
Leygardag 8. februar
Morgunlestur leygardagur 8.februar 2025
186656
Fríggjadag 7. februar
Vikuskiftið 7 februar 2025
187506
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. februar
Veðrið
187497
Fríggjadag 7. februar
Jazzygold og Løgmaður
187369
Fríggjadag 7. februar
Heim, kæra heim (3:3)
187463
Mikudag 5. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
187371
Týsdag 4. februar
Veðrið
187342