- Tíðindi, mentan og ítróttur
Lupu á fleiri bygdir í Etiopia
Lupu á fleiri bygdir í Etiopia
Í minsta lagi 37 fólk lótu lív, tá álop varð framt móti bygdum í Beni-shangul-Gumuz-økinum í Etiopia síðsta vikuskiftið, nærum øll eru sivilfólk
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/etiopia.png?itok=o1UUPmjf)
28.06.2019 - 16:53
Landspartastjórin, Ashadli Hassen, sigur, at vápnað viðhaldsfólk hjá herhøvdinganum, Asaminew Tsiger, sála, lupu á bygdirnar.
Tsiger var herhøvdingi í etiopiska herinum og trygdarovasti í Amhara-landspartinum, - sum er granni hjá Benishangur-Gumuz.
Hundraðtals fólk handtikin
Tsiger er eisini lagdur undir at hava dripið yvirherhøvdingan í Amhara, og hjálpamann hansara, og fyri at hava roynt at framt stjórnarkvett.
Tsiger flýddi eftir morðini, men løgreglan skeyt hann til deyðis seinni sama dag. Internetið í Etiopia er í løtuni stongt, meðan myndugleikar kanna álopini.
Óváttaði tíðindi siga, at hundraðtals fólk eru longu handtikin og fongslað í málinum.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV