- Tíðindi, mentan og ítróttur
Landsrætturin samdur við Føroya rætt um varðhald
Eystari landsrættur er samdur við Føroya rætt.
Landsrætturin hevur staðfest avgerðina hjá Føroya rætti um ikki at varðhaldsfongsla 24 ára gamla mannin, sum er skuldsettur fyri manndráp ella, í øðrum lagi, fyri grovan harðskap, sum elvdi til deyða.
Maðurin var í grundlógaravhoyring allan hósdagin í síðstu viku.
Føroya rættur segði í sínum úrskurði hóskvøldið, at skuldsetti maðurin skal ikki varðhaldsfonglast.
Hendan úrskurð hevur Eystari landsrættur staðfest við somu grundgeving sum Føroya rættur.
Ákæruvaldið vildi hava mannin varðhaldsfongslaðan, tí annars kann hann, sambært ákæruvaldinum, ávirka kanningararbeiðið hjá politinum.
24 ára gamli maðurin noktar seg sekan.