- Tíðindi, mentan og ítróttur
Grundlógaravhoyring fyrrapartin
Grundlógaravhoyring fyrrapartin
Grundlógaravhoyring verður fyrrapartin í samband við eitt mál, har ein ung kvinna varð funnin deyð
20.06.2019 - 08:05
Ein ungur maður skal í grundlógaravhoyring í dag í samband við eitt mál, har ein ung kvinna varð funnin deyð í 2012.
Løgreglan kallar málið eitt "illgrunasamt deyðsfall", og hevur í hesum sambandi gjørt húsarannsóknir í fleiri støðum.
Maðurin, sum nú er handtikin og skuldsettur í málinum, skal í grundlógaravhoyring í Føroya rætti í dag klokkan 9:15.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV