- Tíðindi, mentan og ítróttur
Ísrael: Búseting uppkallað eftir Trump
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/trump_heights.jpg?itok=jCyTFWu6)
Benjamin Netanyahua avdúkaði í gjár eitt stórt skelti við nýggja navninum á. Eftir ætlan skulu 400 íbúðir byggjast á Trump - herðunum, sum býlingurin eitur. Stríð hevur verið um Golan herðurnar síðani Ísrael hertók tær frá Sýria í 6-daga krígnum í 1967.
Twitter góðkenning
Hóast mótmæli frá ST og limalondum tess hevur Ísrael lagt Golan-herðurnar undir ísraelska lóg. ST viðurkennir ikki, at Golan herðurnar eru partur av Ísrael. Men fyrr í ár viðurkendi Donald Trump, forseti í einum twitter boðum, vegna USA, at Golanherðurnar eru ísraelskar.Viðurkenningin kom sera væl við hjá ísraelsku stjórnini, ið hevur stríðst fyri at fáa heimssamfelagið at viðurkenna hertøkuna - millum annað við búsetingum - í hálva øld.