- Tíðindi, mentan og ítróttur
Vatnflóð í Onglandi
Vatnflóð í Onglandi
Bretskir myndugleikar hava heitt á umleið 600 húski í Lincolnshire í Onglandi, um at fara úr húsum sínum
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/link.png?itok=XRt-8Rns)
Mynd: PA
16.06.2019 - 14:42
Vatnflóð er í økinum og vatnstøðan kann hækka uppaftur meira.
Áin, Steeping River, fór mikudagin uppum áarbakkan eftir ógvusligt glopraregn í tveir dagar.
Ringast raktur er lítli býurin, Wainfleet, har gøturnar eru vorðnar til áir, og vatn streymar inn í fleiri hús.
Vatnstøðan verður óbroytt, tí veðurvánirnar siga frá regni. Tí hevur bretski umhvørvisstovnurin saman við løgregluni avgjørt at flyta fólk úr økinum.
Herurin og luftverjan gera byrgingar fram við áarbakkanum í Steeping-ánni, og 270 tons av sandi skulu í stórar posar, sum Chinook-flutningstyrlur flyta hagar neyðugt er at styrkja byrgingina.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV