- Tíðindi, mentan og ítróttur
Hvørki Argentina ella Uruguai hava streym
Hvørki Argentina ella Uruguai hava streym
Streymurin fór í øllum Argentina og Uruguai tíðliga í morgun, - stutt fyri at valhølini til landspartavalið í Argentina skuldu lata upp
Mynd: AP-tíðindastovan
16.06.2019 - 14:09
Tokini koyra ikki og ruðuleiki er í ferðsluni, tí ferðsluljósini lýsa ikki.
Orkufelagið, Edesur, sum veitir Argentina og Uruguai streym, sigur, at umfatandi og álvarsligt brek er við streymveitingini.
Argentinska orkumálaráðið sigur, at enn er ikki staðfest, hvar brekið er, men arbeitt verður við at fáa streymin aftur í nøkrum økjum í landinum, men arbeiðið kann taka nógvar tímar.
BBC skrivar á heimasíðu síni, at streymslitið eisini ávirkar grannalondini Brasil og Paraguai, har nøkur øki ongan streym hava.
Í Argentina búgva 44 miljónir fólk og í Uruguai 3,5 miljónir fólk, og eingin teirra hevur streym í løtuni.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV