- Tíðindi, mentan og ítróttur
Kunnu nú selja rúsdrekka um kvøldið
Kunnu nú selja rúsdrekka um kvøldið
Í Grønlandi kunnu smásølubúðir nú selja øl, vín og rúsdrekka til klokkan 8 um kvøldið
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/gronland_3.jpg?itok=d-PB5CC-)
14.06.2019 - 10:34
Handlar kunnu nú eisini taka burtur klæði og veggir, sum hava fjalt rúsandi drykkirnar.
Stjórin í handilsketuni, Pisiffik, Per Steen Larsen, fegnast um nýggju rúsdrekkalógina.
- At sølan av rúsdrekka røkkur yvir fleiri tímar ger, at viðskiftafólk okkara fáa betri uppliving í handlinum. Serliga fríggjakvøld og leygardag verður minni panikkur, og stundir eru til, at øll kunnu keypa tað rætta til vikuskfitið, sigur Per Steen Larsen, við Sermitsiaq.
Handlar í Grønlandi hava nú loyvi at selja rúsdrekka mánadag til leygardag frá klokkan 10 á morgni til kl 8 á kvøldi.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV