- Tíðindi, mentan og ítróttur
Fyrrverandi forsetin í Sudan skuldsettur
Fyrrverandi forsetin í Sudan skuldsettur
Fyrrverandi forsetin í Sudan, Omar al-Bashir, sum í aprílmánaði varð rikin frá valdinum, er nú skuldsettur fyri mutur
14.06.2019 - 10:39
Tað upplýsir sudanski ákærin, eftir at kanningararbeiðið í málinum er liðugt.
Bashir, hevur verið forseti í Sudan síðani 1989 og fram til 11. apríl í ár, tá hann eftir trýsti frá fólkinum var koyrdur frá. Eitt hernaðarráð hevur tikið valdið í afrikanska landinum. Ráðið hevur fyrr boðað frá, at Bashir verður drigin í rættin í Sudan heldur enn at lata útlendskum myndugleikum hann.
Eitt nú hevur Altjóða revsidómstólurin í Haag hevur eftirlýst Bashir fyri leiklut hansara í fólkadrápinum í Darfur.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV