- Tíðindi, mentan og ítróttur
Eldur í norskum skipi
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/front_altair.png?itok=gSAWwsBE)
Bloomberg veit at siga, at skipið hevði fermt olju í Abu Dhabi. Tað er ógreitt, hví eldur kom í skipið, men shipping-blaðið Tradewinds sigur frá ónevndum keldum, at ein torpedo rakti skipið.
Norska felagið Frontline, sum eigur oljutangaskipið, sigur, at øll manningin, sum telur 23 fólk, er flutt á eitt annað skip nærindis. Front Altair er skrásett á Marshall-oyggjunum, og eingin av manningini er norðmaður.
Reuters sigur, at eldur er eisini í einum øðrum tangaskipi í Oman-víkini. Skipið eitur Kokuka Courageous, og tað siglir undir Panama-flaggi.
Sambært Bloomberg rakti eitt álop skipið. Manningin, 21 fólk, er flutt av skipinum. USA sigur, at Iran hevur lopið á skipini, men tað vísa iranskir myndugleikar aftur.