- Tíðindi, mentan og ítróttur
Tveir danskarar doyðu í flogvanlukku
Tveir danskarar doyðu í flogvanlukku
Tvey av trimum, sum lótu lív í flogvanlukkuni í Íslandi hvítusunnudag, vóru danskir ríkisborgarar. Tað váttar danska uttanríkisráðið
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/flogfar_2.png?itok=bjWLYzyH)
Mynd: Fréttablaðið
12.06.2019 - 08:14
Fimm fólk vóru umborð á lítla flogfarinum, sum datt niður nærindis flogvøllinum í Múlakoti í Fljótshlíð á Suðurlandinum. Trý fólk lótu lív, og tvey fingu álvarsligan skaða.
Myndugleikarnir fingu fráboðanina um hálvgum níggjutíðina sunnukvøldið. Tá bjargingarlið og sjúkrabilar komu á staðið, var eldur í øðrum vonginum á flogfarinum.
Flogfarið er av slagnum Piper PA-23 og hevur tveir motorar, tað er skrásett í USA, men íslendskur ríkisborgari eigur tað. Kanningararbeiðið fer væntandi at taka nakrar vikur.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV