Grikkar krevja endurgjald frá Týsklandi

Grikkar krevja endurgjald frá Týsklandi
Grikska stjórnin ger nú enn eina roynd at fáa endurgjald frá Týsklandi fyri nazistisku hersetingina av landinum undir seinna heimsbardaga
 
09.06.2019 - 10:08

Grikkaland var hersett frá 1941 til 1944, og fleiri grikskar oyggjar vórðu undir týskum veldi líka til kríggið var av í 1945. Hesi árini lótu útvið 300.000 grikkar lív av krígsávum.

Eisini gjørdi týska hersetingarvaldið seg inn á nógvar dýrgripir í Grikkalandi, og nógv varð stolið.

Í 2016 gjørdi ein kommissión, sett av griksku stjórnini, ta niðurstøðu, at Týskland eigur at rinda Grikkalandi tilsamans 312 milliardir dollarar í endurgjaldi, tað eru umleið 2060 milliardir danskar krónur.

Týskland hevur tikið fulla ábyrgd av ógerðunum undir seinna heimsbardaga, og hevur fleiri ferðir alment biðið um umbering. 

Men samstundis hevur Týskland tvíhildið um, at endurgjaldsspurningurin mótvegis hersettu londunum er avgreiddur. Eittnú fingu griksk krígsoffur 115 milliónir D-markar í endurgjaldi, afturi í 1960.

Kortini hevur grikska stjórnin um dagarnar kravt endurgjald frá Týsklandi. Grikski sendiharrin í Berlin handaði formliga kravið til týsku stjórnina. 

Jyllands-Posten endurgevur týskar fjølmiðlar fyri at samantvinna grikSska kravið við tjóðartingsvalið í Grikkalandi 7. juli. Víst verður á, at hetta er ikki fyrstu ferð, at endurgjaldskrav móti Týsklandi er partur av einum valstríði í Grikkalandi.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 8. februar
Jambalaja - 080225
187525
Leygardag 8. februar
Upp á tá - 070225
187518
Leygardag 8. februar
Morgunlestur leygardagur 8.februar 2025
186656
Fríggjadag 7. februar
Vikuskiftið 7 februar 2025
187506
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. februar
Veðrið
187497
Fríggjadag 7. februar
Jazzygold og Løgmaður
187369
Fríggjadag 7. februar
Heim, kæra heim (3:3)
187463
Mikudag 5. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
187371
Týsdag 4. februar
Veðrið
187342