- Tíðindi, mentan og ítróttur
Frederiksen skal hjálpa Grønlandi
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/mette_frederiksen_1.jpg?itok=m5LyYNY1)
Boðini frá fólkatingsliminum úr IA eru til eina nýggja danska stjórn, sum enn ikki er skipað.
Hin grønlendski fólkatingslimurin, Aki-Mathilda Høegh-Dam, sum er vald fyri flokkin Siumut, stuðlar kravboðunum, sum eru stílað beinleiðis til Mette Frederiksen, forkvinnu í danska Javnaðarflokkinum.
Í Grønlandi í dag er fimta hvørt barn kynsliga misnýtt, og í Grønlandi vilja tey nú hava ein vanlukkugrunn settan á stovn, millum annað við pengum úr Danmark.
Tað varð samtykt í grønlendska landstinginum týsdagin, altso dagin fyri fólkatingsvalið. Danmark skal hjálpa til, tá talan er um misnýttu børnini, samtykti meirlutin í landstinginum, tó uttan at nágreina neyvt, hvussu henda hjálpin skal koma til sjóndar.
Hetta kemur í kjalarvørrinum av sendingini Býurin, har børn hvørva, sum Danmarks Radio gjørdi. Sendingin vísir millum annað, hvussu børn og ung í býnum Tasiilaq í áravís hava biðið um sálarfrøðiliga hjálp frá kommununi, tí tey eru misnýtt, men hjálpina hava tey ongantíð fingið.
Samstundis fáa tey, sum fremja kynsligu misnýtsluna, so at siga onga professionella hjálp og tí kann misnýtslan í versta føri halda fram.
- Ættarlið eftir ættarlið kennir til kynsliga misnýtslu. Tað oyðileggur lív og førir til misnýtslu og sjálvmorð, skrivar Aaja Chemnitz Larsen millum annað til í einum telduposti til Ritzau.
Tað er Ráðið fyri fólkaheilsu, sum síðsta mánað kunngjørdi hagtølini um, at fimta hvørt barn í grønlandi er kynsliga misnýtt. Somu hagtøl siga eisini, at triðja hvørt barn, sum er føtt í nítiárunum er uppvaksið í einum heimi, sum er merkt av rúsdrekka misnýtslu og harðskapi.