- Tíðindi, mentan og ítróttur
Nýggj finsk stjórn
Fyri fyrstu ferð í 16 ár standa sosialdemoktratarnir á odda fyri stjórnini. Antti Rinne verður nýggjur forsætisráðharri. 19 ráðharrar eru í stjórnini og 11 av teimum eru kvinnur.
Fimm flokkar eru í stjórnini, sosialdemokratiski flokkurin, Centerflokkurin, Tey Grønu, Vinstrasamgongan og Svenski Fólkaflokkurin. Flokkarnir hava samráðst í rúma tíð, og nú er samgonguskjal skrivað.
Finland tekur við formansskapinum í ES
Hóast Centerflokkurin hevði afturgongd á valinum, so fekk flokkurin bæði fíggjarmálaráðharran og verjumálaráðharran í nýggju stjórnini.
Fyrrverandi leiðarin í Grøna flokkinum, Pekka Haavisto, sum hevur starvast fyri ST, verður nýggjur uttanríkisráðharri. Í juli tekur Finnland við formansskapinum í ES, eftir Rumenia.
Sosialdemokratarniur gjørdust størsti flokkur á valinum 14. apríl, men var bara 0,2 prosentstig frammanfyri høgraflokkin, Sonnu finnarnir. Stjórnarflokkarnir hava 117 av teimum 200 limunum í tjóðartinginum.