Bólkur viðger yvirtíð

Bólkur viðger yvirtíð
Ein bólkur er settur at viðgera ymsar trætur millum Pedagogfelagið og Almannaverkið
Pedagogfelagið og Almannaverkið trætast um yvirtíð
 
07.06.2019 - 12:15

Í bólkinum eru tvey fólk fyri Pedagogfelagið, tvey fyri Almannaverkð og eitt fólk fyri Fíggjarmálaráðið. Lønardeildin hjá Fíggjarmálaráðnum hevur sáttmálan við Pedagogfelagið.

Herfyri gjørdi Pedagogfelagið vart við, at Almannaverkið ikki rindar pedagogum yvirtíð, tá tey arbeiða meira enn 40 tímar um vikuna. 

Siðvenja

Stjórin í Almannaverkinum, Edvard Heen, svaraði, at 20 ára gomul siðvenja er, at pedagogar fríganga í staðin fyri at fáa yvirtíð goldna.

Stjórin í Almannaverkinum heldur tí, at hetta er eitt mál, sum Pedagogfelagið skal loysa saman við Fíggjamálaráðnum. Men Pedagogfelagið hevur ikki fíngið at vita enn, hvat Fíggjarmálaráðið heldur um hetta. 

Bólkurin, sum nú er settur, skal millum annað viðgera hetta málið, sigur formaðurin í Pedagogfelagnum, Jógvan Philbrow. Eitt annað mál er eftirlønin hjá tímaløntum pedagogum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 24. apríl
Útilív 6:6
191066
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948
Týsdag 22. apríl
3-2 (31. mars 2025)
190947