Edmund og Sjúrður vunnu sessirnar

bannari
Edmund og Sjúrður vunnu sessirnar
Tað verða Edmund Joensen úr Sambandsflokkinum og Sjúrður Skaale úr Javnaðarflokkinum, sum taka føroysku sessirnar í Fólkatinginum
Vinnararnir á fólkatingsvalinum heilsast, tá endaliga valúrslitið gjørdist greitt
 
05.06.2019 - 23:09

Sjálvt um fleiri nýggj andlit eru at síggja millum teirra, ið hava fingið nógvar atkvøður, so eru tað tveir royndir fólkatingslimir, ið taka sæti í Fólkatinginum næstu setuna.

Fyrstvaldur er Edmund Joensen úr Sambandsflokkinum við 1.885 personligum atkvøðum. Edmund fekk 2.416 persónligar atkvøður í 2015, men hóast afturgongd, vóru atkvøðurnar nóg nógvar til at tryggja honum sessin næstu fýra árini.

Næstvaldur er Sjúrður Skaale úr Javnaðarflokkinum, sum fekk 3.331 persónligar atkvøður. Hetta eru væl fleiri enn til síðsta val, tá hann fekk 2.395 persónligar atkvøður.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 1. apríl
Veðrið
190120
Týsdag 1. apríl
Heðin Brú 2:2 - teknmálstulkað
190126
Týsdag 1. apríl
DOK01430 - teknmálstulkað
190125
Sunnudag 30. mars
Andakt
190022
Sunnudag 30. mars
Møti úr Nebo á Toftum
190017