- Tíðindi, mentan og ítróttur
Trump í handilskríggj við Meksiko
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/donaldtrump-ap.jpg?itok=Uxt9Bsuw)
Amerikanski forsetin leggur nú trýst á Meksiko. Í eini roynd at trýsta Meksiko til at hjálpa sær at steðga tilflytingina til USA við markið millum londini, boðar forsetin nú frá, at 10. juni verður ein tollur á fimm prosent lagdur á allar vørur úr Meksiko.
Tað boðar Donald Trump forseti frá á Twitter.
On June 10th, the United States will impose a 5% Tariff on all goods coming into our Country from Mexico, until such time as illegal migrants coming through Mexico, and into our Country, STOP. The Tariff will gradually increase until the Illegal Immigration problem is remedied,..
— Donald J. Trump (@realDonaldTrump) May 30, 2019
Forsetin lýsti fyrr í ár undantaksstøðu í Usa í eini roynd at fáa fíggingingina til at byggja múr á markinum millum londini. Tað er við heimild í somu undantaksstøðu, at Trump forseti nú leggur toll á alla meksikanska vøru.
Meksiko svarar aftur
Tað er ikki greitt enn, hvussu meksikanar svara aftur. Sambært meksikanska sendimanninum Norðuramerika, Jesus Seade, noyðist Meksiko at svara aftur við líknandi tiltøkum.
BBC skrivar, at Trump forseti ætlar at hækka tollin 5 prosent um mánaðin til 1 oktober, tá tollurin á allar meksikanskar vørur verður fastlæstur á 25 prosent.
Rættiliga nógvar amerikanskar fyritøkur framleiða sínar vørur í Meksiko. Eitt nú verða hundratúsundtals amerikanskir bilar framleiddir í Meksiko.