Sjey fólk latið lív í Donau í Budapest

Sjey fólk latið lív í Donau í Budapest
Bátur við ferðafólkum í hvøldist í Donau-ánni
 
30.05.2019 - 10:05

Sjey fólk eru deyð, og 21 fólk eru enn ikki komin aftur í aftur, eftir at ein bátur við ferðafólki í hvøldist í Donau-ánni í Budapest í gjár.

Í bátinum vóru ferðafólk úr Suðurkorea. Báturin hevði tilsamans 33 fólk umborð, umframt skipsmanning.

Báturin lá rættiliga tætt við parlamentsbygningi í Budapest, tá ein annar bátur rendi í hann. Báturin hvøldist og sakk. 

Fleiri bjarningarbátar komu á staðið stutt aftan á, og leitað verður enn eftir teimum fólkunum, sum ikki eru komin aftur í aftur. 

Ein talsmaður hjá ungarnsku løgregluni, Kristof Gal, segði í nátt, at leitingin fevnir um fleiri kilometrar í Donau-ánni. 

Veðrið í Budapest hevur ikki verið av tí besta seinastu dagarnar - vatnstøðan í Donau-ánni hevur verið høg, og hetta hevur seinkað bjarningararbeiðinum. 

Í gjár søgdu lokalir miðlar, at summi lík eru funnin heilar tríggjar kilometrar frá staðnum, har vanlukkan hendi. 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 8. februar
Jambalaja - 080225
187525
Leygardag 8. februar
Upp á tá - 070225
187518
Leygardag 8. februar
Morgunlestur leygardagur 8.februar 2025
186656
Fríggjadag 7. februar
Vikuskiftið 7 februar 2025
187506
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. februar
Veðrið
187497
Fríggjadag 7. februar
Jazzygold og Løgmaður
187369
Fríggjadag 7. februar
Heim, kæra heim (3:3)
187463
Mikudag 5. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
187371
Týsdag 4. februar
Veðrið
187342