- Tíðindi, mentan og ítróttur
Telvingin um sessirnar byrjað
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/2a40e332db348bcc06840d8501fa7b3e.png?itok=x5XdQ85D)
Kappingin um at fáa leiðslusessirnar í ES er byrjað, og statsleiðararnir í teimum 28 londunum tingast millum annað um tað í dag.
Sessurin sum formaður í ES-nevndini og formaður í europeiska miðbankanum eru millum valdsmiklu sessirnar, sum fleiri vilja hava.
Ein, sum sera fegin vil hava gamla sessin hjá Jean Claude-Juncker í ES-nevndini, er Frans Timmermans. BBC skrivar, at Timmermans lýsir støðuna, sum var hon tikin úr ráu sjónvarpsrøðina Game of Thrones.
Telvingin verður helst drúgv
Væntað verður, at telvingin fer at vara í fleiri vikur, kanska mánaðir. ES-valið hevði við sær, at teir báðir stóru tingbólkarnir á miðjuni mistu sín meirluta, meðan tey liberalu, nationalistarnir og tey grønu vunnu fram.
Hetta merkir, at ES-tingið gongur í fleiri bólkum nú, og at tað kann gerast tørførari at finna semju, samanborið við undanfarna valskeið. Á hesum fyrsta fundinum millum statsleiðararnar í dag lodda teir politiska dýpið og hvørji samstørv eru gjørlig.
Aftrat formanssessinum í ES-nevndini og í europeiska miðbankanum, skal nýggjur formaður finnast til Europaráðið og til uttanríkisleiðaran fyri ES. Nýggju embæltisfólkini skulu byrja 1. november, - tó byrjar formaðurin í Europaráðnum 1. desember.