Russland hóttir Noreg

Russland hóttir Noreg
Russland ávarar Noreg um, at tað fer at seta tiltøk í verk ímóti norsku njósnara-radarunum í Arktisk
 
26.05.2019 - 10:13

Radararnir standa í Vardø í Norðurnoregi, men tað hevur ongantíð verið frammi, hvat radararnir vísa. Men russiska uttanríkisráði er ikki í iva, sigur Maria Zakharova, talskvinna hjá russiska uttanríkisráðnum, við New York Times.

- Radarstøðin er bara 50 kilometrar frá russiska markinum, og tað er fregnartænastan hjá norsku verjuni, sum stýrir radarunum. Og tað er eingin loyna, at upplýsingarnar, sum radararnir fáa, verða fluttar víðari til USA. Tað sigur seg sjálvt, at hvørki vit ella onnur lond kunnu ignorera hernaðarligt virksemi nærindis russiska markinum ella við onnur landamørk, sigur Zakharova.

Hon vissar um, at Russland fer at seta tiltøk í verk, fyrr at tryggja landsins trygd.

- Vit hava alla orsøk til at halda, at radararnir hava neyvt eftirlit við russiskum øki, og verða partur av amerikonsku rakettverjuni, sigur Zakharova.

Fregnartænastan hjá norska herinum sigur í fráboðan, at nýggja radarskipanini tryggjar Noregi týdningarmikla atgongd og viðkomandi kunning, sum hevur týdning fyri nationalu trygdina.

Russland óttast fyri, at radararnir kunnu brúkast til at finna rakettir, og hava eftirlit við virkseminum hjá flotanum norðanfyri. Russisku kavbátarnir har norðuri, sum hava rakettir umborð, liggja allir í Gadzhijevo, sum er 150 km eystanfyri radarstøðina í Vardø.

Zakharova ávarar og sigur, at rakettstøðin kann hava neiliga ávirkan á friðin í økinum.

- Tað er púra greitt, at amerikanski radarin í økinum ikki bara er ein trupulleiki fyri Noreg. Tað snýr seg eisini um tað at varðveita frið og semju her norðuri, sigur Zakharova við New York Times.

Í mars 2017 flugu fleiri russisk stríðsflogfør inn yvir Vardø.Í februar í fjør flugu russisk stríðsflogfør líknandi túr inn yvir Vardø. Og seinastu tvey árini eru eisini fleiri dømi um, at russiski herurin hevur órógvað GPS-signal í økinum við norska markið.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 8. februar
Jambalaja - 080225
187525
Leygardag 8. februar
Upp á tá - 070225
187518
Leygardag 8. februar
Morgunlestur leygardagur 8.februar 2025
186656
Fríggjadag 7. februar
Vikuskiftið 7 februar 2025
187506
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. februar
Veðrið
187497
Fríggjadag 7. februar
Jazzygold og Løgmaður
187369
Fríggjadag 7. februar
Heim, kæra heim (3:3)
187463
Mikudag 5. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
187371
Týsdag 4. februar
Veðrið
187342