- Tíðindi, mentan og ítróttur
Creme de la creme móti Føroyum
Danski landsliðvenjarin, Nikolaj Jacobsen, hevur nú kunngjørt nøvnini á teimum átjan spælarunum, sum hann hevur kosið sær til teir báðar seinastu dystirnar í undankappingini til EM-endaspælið næsta ár.
Danmark spælir á útivølli í Kiev móti Ukraina 12. juni, og punktum verður sett á heimavølli móti Føroyum sunudagin 16. juni í Gigantium í Ålborg.
Hetta verður fyrsti dysturin hjá dønum í Jyllandi síðan teir vunnu HM-kappingina á danskari jørð í januar í ár.
Tólv av teimum átjan spælarunum, ið nú eru tiknir út, vóru við til at vinna HM-gull fyrr í ár.
Allar stjørnurnar eru boðsendar - teirra millum føroyingurin Johan á Plógv Hansen.
Enn er ikki greitt nær føroyska landsliðið til dystirnar móti Montenegro 12. juni og Danmark 16. juni verður tikið út.
Sonni Larsen, venjari, hevur tikið út ein bruttuhóp til venjingarnir fyri dystin, og endaliga úttøkan verður væntandi einaferð fyrst í juni.
Nikolaj Jacobsen hevur tikið hesar spælarar út til dystin móti Føroyum 16. juni:
Málmenn
Niklas Landin (THW Kiel)
Jannick Green (SC Magdeburg)
Kevin Møller (FC Barcelona)
Strikuspælarar
Simon Hald (SG Flensburg-Handewitt)
Anders Zachariassen (SG Flensburg-Handewitt)
René Antonsen (Aalborg Håndbold)
Veingir
Jóhan á Plógv Hansen (Bjerringbro-Silkeborg)
Lasse Svan (SG Flensburg-Handewitt)
Magnus Landin (THW Kiel)
Magnus Bramming (Tvis Team Holstebro)
Bakspælarar
Nikolaj Øris (Bjerringbro-Silkeborg)
Niclas Kirkeløkke (Rhein-Neckar Lowen)
Jacob Holm (Fuchse-Berlin)
Mikkel Hansen (PSG Handball)
Mads Mensah (Rhein-Neckar Lowen)
Rasmus Lauge (Telekom Veszprém)
Lasse Andersson (FC Barcelona)
Henrik Møllgaard (Aalborg Håndbold)