Ferðafólkastreymurin veksur við rúkandi ferð

Ferðafólkastreymurin veksur við rúkandi ferð
Talið á ferðafólkum, sum ferðast um Vága Floghavn, øktist í apríl meira enn 24 prosent
 
23.05.2019 - 16:11

Í apríl var vøksturin serliga stórur, meir enn 24 prosent, og talan var um tilsamans næstan 38.000 ferðandi. Men í mars minkaði talið við sløkum trimum prosentum, sammett við somu tíð í fjør.

Ferðingin í mars og apríl er tengd at, nær páskirnar eru, og tí kann vera stórur munur á teimum báðum mánaðunum. Fyrstu fýra mánaðirnar í ár fóru ella komu 103.000 fólk um floghavnina, 10.700 fólk fleiri enn somu tíð í fjør, ið svarar til 11,6 prosent.

Vága Floghavn er farin undir at betra um viðurskiftini í farstøðini. Umsitingin av bilaútleigan er flutt í gomlu farstøðina. Tað verður gjørt fyri at betra um plássið í nýggju farstøðini. Aðrar smávegis broytingar eru eisini gjørdar, upplýsir Vága Floghavn í tíðindaskrivi.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 22. november
Morgunlestur fríggjadagur 22.november 2024
183775
Hósdag 21. november
RagnarRokk 21.november 2024
182860
Hósdag 21. november
RagnarRokk: Mika Grönholm um Coming Home
182857
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 21. november
Fólksins rødd 4:4
183995
Hósdag 21. november
Andaktin
183982
Hósdag 21. november
Andaktin
183981
Hósdag 21. november
Andaktin
183979
Hósdag 21. november
Andaktin
183977