Eysturlund fær ikki loyvi

Eysturlund fær ikki loyvi
Ósemja er millum Umhvørvisstovuna og Effo, sum ætlar at gera vindmyllulund í Eysturoynni
Eysturlund. Við góðum vilja síggjast myllurnar.
 
12.11.2024 - 06:09

Effo fær ikki loyvi til at gera Eysturlund.

Ósemja er millum Umhvørvisstovuna og Effo, sum ætlar at gera vindmyllulund í Eysturoynni.

Effo søkti um loyvi í januar.

Í mai boðaði Umhvørvisstovan frá, at ein umsókn um loyvi at gera 100 megawatt av streymi úr vindi hevur við sær krav um alment útboð.

Umsøkjarin vísti á í juni, at ikki krevjast framleiðsluloyvi og netloyvi, tí ikki verður framleitt til eitt elnet at flyta ravmagn til brúkara.

Umhvørvisstovan er ikki samd.

Umhvørvisstovan boðaði frá í juli, at heimild er ikki at veita loyvi til ætlaðu verkætlanina, Eysturlund. 

Enn hevur Umhvørvisstovan ikki fingið viðmerkingar frá umsøkjaranum um hetta.

Endalig avgerð

Umhvørvisstovan metir málið vera búgvið til endaliga avgerð innan stutta tíð.

Hetta hevur Bárður á Steig Nielsen, løgtingsmaður, fingið at vita frá landsstýrinum.

Hann spurdi løgmann, men Margit Stórá, landsstýriskvinna, stendur undir svarinum.

Eysturlund skal millum annað lata Havsbrún í Fuglafirði streym.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 27. januar
Norðurljóð 27.januar 2025
186723
Mánadag 27. januar
Takk fyri dansin, Teitur
186918
Mánadag 27. januar
Góðan morgun Føroyar
186905
Mánadag 27. januar
Vetrarjazz 2025
186712
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 27. januar
3-2
186892
Sunnudag 26. januar
Guðstænasta á Viðareiði
186881
Fríggjadag 24. januar
Veðrið
186817
Hósdag 23. januar
Heim, kæra heim (1:3)
186749