Umsetningurin í ferðavinnuni er góðar 730 mió

Umsetningurin í ferðavinnuni er góðar 730 mió
Alt bendir á, at málið, um at tvífalda umsetningin í ferðavinnuni næsta ár, verður rokkið, sigur Visit Faroe Islands
 
18.05.2019 - 09:58

Umsetningurin í ferðavinnuni í Føroyum er góðar 730 millinir krónur, og 640 ársverk eru í vinnuni.

Tað vísa nýggjasta hagtølini, sum Visit Faroe Islands og Hagstovan hava samstarvað um.

Tølini eru kortini varisliga mett, tí enn vanta hagtøl, m.a. frá Airbnb.

Partafelagið Visit Faroe Islands hevur havt aðalfund. 

Seinasta árið hevur dentur verið lagdur á at skipa nýggju menningardeildina og stuðulsskipanirnar í ferðavinnuni.

Tí hevur einki stórt átak verið á skránni, sum t.d. Sheep View og Faroe Islands Translate, sum hava verið nógv umrødd í miðlunum undanfarin ár.

Vøksturin í ferðavinnuni heldur fram, og alt bendir á, at málið um at tvífalda umsetningin í ferðavinnuni næsta ár, verður rokkið, sigur Visit Faroe Islands.

Í nevndini fyri Visit Faroe Islands sita Johannes Jensen, formaður, Bjørgfríð Ludvig, Rúni V. Poulsen, Jóhanna á Bergi, Sakaris Frederiksen, Elin Heðinsdóttir, Noomi K. Rasmussen og Oyvindur av Skarði.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 1. februar
Plátupanelið #026 (1985)
187182
Leygardag 1. februar
Jambalaja - 010225
187181
Leygardag 1. februar
Upp á tá - 310125
187177
Leygardag 1. februar
Vikan 1. februar 2025
187169
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155
Hósdag 30. januar
Heim, kæra heim 2:3
187109