- Tíðindi, mentan og ítróttur
Kommunan steðgar á
Kommunan steðgar á
Sunda kommuna hevur fyribils steðgað arbeiðinum í Saksun
14.05.2019 - 12:53
Sunda kommuna hevur fyribils steðgað arbeiðinum við at gera wc, parkeringspláss, skelti, gøtur og annað í Saksun.
Fólk í Saksun sendu herfyri kommununi mótmælisskriv um ætlaninar, og tað hevur fingið kommununa at steðga á við ætlanunum.
Trivnaðarnevndin í Sunda kommunu hevur viðgjørt málið. Kommunan fer at steðga arbeiðinum fyribils, og fer at kalla borgarar í Saksun til fundar um málið.
Kommunan vil framhaldandi í samsvari við samtykta ferðavinnupolitikkin skipa ferðavinnuna í Saksunar bygd, men fer at brúka tíð til at fyrireika raðfestingarnar nærri, stendur á heimasíðuni hjá Sunda kommunu.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV