- Tíðindi, mentan og ítróttur
Nógv skip og nógvur svartkjaftur vestanfyri
Nógv skip fiska svartkjaft vestan fyri Føroyar í løtuni.
Svartkjafturin er á veg norðureftir, vestan fyri Føroyar.
Nú er hann í rennuni millum Føroya banka og Munkagrunnin, 30 til 40 fjórðingar vestan fyri Suðuroynna.
26 skip eru á leiðini í dag, 11 russisk, níggju íslendsk og seks føroysk.
Fiskiskapurin er góður.
Svartkjaftafiskiskapurin í føroyskum sjógvi plagar at vara til fyrstu vikuna í juni.
Kunnu landa uttanlands
Føroysk skip kunnu landa svartkjaft í øðrum londum sambært kunngerð hjá Fiskimálaráðnum. Kunngerðin er galdandi til 14.juni.
Trý hava higartil landað í Danmark, tvey í Noregi og tvey í Íslandi.
Skipini landa uttalands fyri at sleppa undan bíðirøðini við Havsbrún í Fuglafirði.
Sama kunngerð var eisini galdandi í fjør.
Tá landaðu átta føroysk skip svartkjaft uttanlands.
Tey landaðu 16 ferðir, tilsamans góð 39.000 tons, upplýsir Vørn.
Skipini landaðu í Írlandi, Noregi, Íslandi, Danmark og í Niðurlondum.