- Tíðindi, mentan og ítróttur
Uppskot um heiðurstekin liðugt næsta ár
Tað kostar eina millión krónur at gera uppskot um alment føroyskt heiðurstekin.
Løgtingið samtykti í 2022 at biðja landsstýrið koma við uppskoti um heiðurstekin at lata fólki fyri merkisvert arbeiði ella gerð, sum gagnar landi og fólki og tænir Føroyum.
Uppskotið var frá tingfólki í øllum flokkum.
Løgmaður setti eina nevnd at fyrireika lógaruppskot. Nevndin hevði fyrsta fundin í november í fjør.
Næsta ár er ætlanin at brúka 400.000 kr. at gera arbeiðið liðugt.
Eitt uppskot um sniðgevingina verður eisini gjørt liðugt næsta ár.
Samanumtikið fer arbeiðið at gera uppskot um føroyskt heiðurstekin at kosta slaka millión, hevur fíggjarnevndin fingið at vita frá Løgmansskrivstovuni.