Órímiligir leiguprísir kunnu setast til viks

Órímiligir leiguprísir kunnu setast til viks
Skjótt fer leigunevndin at hava heimildir at seta til viks ein leiguprís fyri bústaðir, sum tey meta verða órímiligan
 
05.05.2019 - 10:01

Ein broyting í leigulógini, sum varð samtykt fyrr í vikuni, ger, at leigunevndin nú kann blanda seg í leiguprísirnar. 

Broyiting sigur, at leigunevndin kann viðgera kærur frá pørtunum um tað leigu, sum partarnir hava sínámillum avtalað, seta til viks eina greitt órímiliga leigu og samstundis áseta aðra leigu.

Tingfólk, sum samtyktu broytingina, søgdu, at hetta var fyri at verja leigarar móti einari ov høgari leigu í eini tíð, tá trýstið á bústaðarmarknaðin er stórt.

Tey, sum atkvøddu móti, vístu á, at hetta var at gera seg inn á marknaðin, og at tað ikki er uppgávan hjá leigunevndini at blanda seg upp í kostnaðin av einum leigumáli, tí tað er marknaðurin, sum ásetir hann.

Bústaðir undrast

Eisini Bústaðir, ið var hoyringspartur, sigur seg undrast á nýggju ásetingina. Bústaðir vísir á, at leigunevndin longu nú hevur heimild eitt nú at viðgera kærur um hækkingar í leigu, men at hetta fer enn longur.

Bústaðir sigur seg óttast, um ótryggleiki fer at stinga seg upp um prísleguna, ið ein kann leiga út fyri, kann tað avmarkað hugin hjá íleggjarinum at gera íløgur í leigubústaðir.

"Um tað ikki er vist, at teir kunnu avtala eina húsaleigu, sum ger at teir fáa dekka sínar útreiðslur og ein ávísan forrenting, so verður íløgan møguliga ikki gjørd", sigur Bústaðir í hoyringarsvarinum.

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 1. februar
Morgunlestur leygardagur 1. februar 2025
186659
Fríggjadag 31. januar
Vikuskiftið 31 januar 2025
187158
Fríggjadag 31. januar
Góðan morgun Føroyar
187138
Fríggjadag 31. januar
RagnarRokk: Matthew Sutton um Love
187135
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155
Hósdag 30. januar
Heim, kæra heim 2:3
187109