Rasmus Paludan kann stilla upp til Fólkatingið

bannari
Rasmus Paludan kann stilla upp til Fólkatingið
Umstríddi islamkritikarin Rasmus Paludan og hansara flokkur, Stram Kurs, sleppa eftir øllum at døma at stilla upp til Fólkatingsvalið
 
27.04.2019 - 14:55

Alt bendir á, at ein islamkritiskur flokkur afturat er við, tá fólkatingsvalstríðið byrjar í Danmark í næstum.

Flokkurin eitur Stram Kurs, og oddamaðurin eitur Rasmus Paludan, sum kanska er mest umrøddi persónurin í Danmark í hesum døgum.

53 mótmæli í fjør

Seinasta árið hevur hann hildið óteljandi mótmæli ymsastaðni í Danmark og gjørt vart við sínar atfinningarsomu hugsanir um islam.

Bara í fjør skipaði hann fyri hann 53 mótmælum, har hann er vorðin vardur av løgregluni, sum hevur avbyrgt øki, har hann kann mótmæla. 

Trygdarátøkini í sambandi við mótmælini hjá Rasmus Paludan í fjør og higartil í ár hava kostað danska landskassanum 24 milliónir krónur.

Elvt til kjak um talufrælsi

Fyrr í mánaðinum fingu nøkur nóg mikið og endaðu eina mótmælisgongu, hann hevði á Nørrebro. 

Løgreglan mátti fylgja Rasmus Paludan burtur frá staðnum; men ófriðurin helt fram, og fólk settu eld í fleiri bilar.

Tað hevur elvt til kjak um, hvørt prinsippið um talufrælsi er friðhalgað - eisini fyri sovorðið sum Rasmus Paludan, ið tilvitað provokera muslimar.

Í seinastuni hava fleiri av hansara mótmælum verið avlýstar, tí løgreglan ikki kann veita vissu fyri hansara trygd.

Innlendismálaráðið kannar veljaraváttanir

Orrustan og nógva umrøðan hevur samstundis gagnað hansara flokki Stram Kurs, sum seinasta árið hevur savnað inn nóg nógvar undirskriftir at stilla upp til Fólkatingið.

Og tað er nú hent.

Rasmus Paludan og Stram Kurs hava fingið neyðugu 20.109 veljaraváttanirnar, sum skulu til, váttar Innlendismálaráðið, sambært  Danmarks Radio.

Nú fer ráðið at hyggja váttanirnar ígjøgnum. Tað fer væntandi at taka tvær vikur. 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 17. apríl
Jesu líðingarsøga - Skírisdagur
190847
Hósdag 17. apríl
Áður enn eg ljósið sá
190844
Mikudag 16. apríl
Mono - Passions Just LIke Mine (5:5)
190823
Mikudag 16. apríl
LEITISSTEIN 15.04.25
190811
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 17. apríl
Útilív (5:6)
190791
Hósdag 17. apríl
Guðstænasta
190846
Hósdag 17. apríl
Guðstænasta úr Miðvágs kirkju
190835
Týsdag 15. apríl
Veðrið
190770
Týsdag 15. apríl
Dagur og vika
190805