- Tíðindi, mentan og ítróttur
Føroyameistararnir skulu finnast seinnapartin
Seinnu FM-finalurnar í flogbólti verða spældar í høllini á Hálsi seinnapartin í dag.
Menninir leggja fyri. Dysturin millum Mjølnir og Fleyr byrjar klokkan 15.00, meðan kvinnudysturin millum Fleyr og SÍ byrjar klokkan 17.00.
Báðar finalurnar vera stroymdar á heimasíðuni hjá Kringvarpinum.
Hjá kvinnunum hevur Fleyr besta møguleikan at gerast føroyameistari eftir at fyrru finalurnar vóru leiktar á Hálsi seinnapartin skírisdag.
Tá vann Havnaliðið 3-2 á SÍ í einum drúgvum og spennandi dysti.
SÍ vann fyrsta og triðja sett, meðan Fleyr vann annað og fjórða. Tí mátti fimta og avgerandi settið takast í brúk. Tað vann Fleyr, sum tí eisini vann dystin 3-2.
Hjá monnum hevur Mjølnir bestu kortini á hondini til at gerast føroyameistarar.
Skírisdag vann Mjølnir fyrru finaluna ímóti Fleyr við trimum settum móti einum.